top of page

Tann Hemmiliga Sósin Til At Gera ‘Kanska Seinni’ Til ‘Tak Mínar Pengar!’

  • Writer: Bjartur Erlingson
    Bjartur Erlingson
  • Sep 11, 2024
  • 2 min read

Ímynda tær hetta:


Tú shoppar online og leitar eftir einum pari av skóm. Tú hyggur gjøgnum nakrar møguleikar, kanska enntá leggur tú eitt par í ‘vognin’. 


Men hvat hendir so? Lívið.


Onkur ringir til tín, ella kanska hugsar kettan hjá tær, at NÚ er perfekta tíðspunktið at seta seg á títt keyboard.


Tú leggur telduna saman og fer víðari…skógvarnir gloymdir.


Men bíða! Næsta dagin situr tú og skrollar gjøgnum Instagram, og har eru teir! Júst teir  somu skógvarnir, ið so at siga, bidda teg um at keypa seg.


Tað er sum um, at teir spøkja teg.


Óhugnaligt? Kanska. Effektivt? Absolutt.


Vælkomin til ta fantastisku verðina av ‘retargeting’, har tínir vilstu møguligu kundar ikki nýtast at verða verandi vilstir. 



Hví Retargeting Er So Nógv Meira Enn Online Stalking



Vit hava øll verið har. Hasar lýsingarnar, ið bara ikki geva upp. 


Tær eru sum hasin eini ex-partnarin, ið blívur við at skriva til tín og vil simpulten ikki geva tær frið, sjálvt um tú hevur skorið út í papp, at tú er komin víðari.


Men hoyr her:


Retargeting nýtist ikki at vera irriterandi. Faktiskt, tá ið tað verður gjørt rætt, er tað tann hemmiliga sósin, ið ger “kanska seinni” til “tak mínar pengar!”.


So hvussu fær tú retargeting at rigga, uttan at fólk føla seg spøkt?



Tann Rætti Mátin At Gera Retargeting (Og Faktiskt Tjena Pengar)



Retargeting snýr seg ikki um at vísa somu lýsing umaftur og umaftur, inntil tín møguligi kundi yvirgevur seg, orsakað av reinari møði.


Tað snýr seg um at møta kundanum í hansara “keypsferð” og geva honum skumpið til at koma víðari. 



Hugsa um tað soleiðis:



  1. Tilvitan: Tín møguligi kundi varnast, at hann hevur ein trupulleika (sum at mangla nýggjar skógvar).

  2. Umhugsan: Hann byrjar at leita eftir loysnum. (samanlíkna ‘brands’, stíl, prísir).

  3. Avgerð: Hann velur eina loysn og keypir, ideelt sæð, frá tær. 




Um tínar lýsingar bert vísa seg á 3.stigi, so er tú einans EIN møguleiki í einum havi av møguleikum. 


Men um tú byrjar at vísa teg á 2.stigi, kemur fram við hjálpsomum upplýsingum, ummælum og enntá blakar okkurt eyka í, fyri at gera tilboðið enn meira spennandi, so er tú brádliga fyrsta val. 


Tú er tað ‘brand’ið’, ið ‘skilir’ tey. Og fólk keypa frá ‘brand’um’, ið tey føla tey kunnu relatera til.



Tann Hemmiliga Sósin: Skræddaraseymaðir Boðskapir Til Hvørt Stig



Gandurin í retargeting er persóngerð.


Ístaðin fyri at bumba tín skara við sama keðiliga boðskapi, hví ikki prøva okkurt nýtt? 


Kanska byrja við einum tilboði, ið gevur eina ókeypis leiðbeining um at hjálpa teimum at velja røttu skógvarnar, ið nøkta teirra tørv.


Kom síðan við eini aðrari lýsing, ið vísir fram kundaummæli. Enda so við einum tilboði uppá júst tað parið, ið tey høvdu brúk fyri.


Uppá hendan mátan lýsir tú ikki bara - tú leggur virði omaná.


Og fólk ELSKA virði. 



Hoyrast,


Bjartur 


P.S Kundi tú hugsað tær at vita, hvat vit kunnu gera fyri teg? Trýst á "Send Fyrispurning" niðanfyri og fyll út oyðiblaðið, og vit seta okkum í samband við teg.

Eingin binding, eingin strævin og ágangandi sølu-taktikkur. Vit spilla ikki tína tíð.





 
 
 

Comments


BE Marketing Logo (1).png
bottom of page