top of page

Hví “Vanilju” Tilboð Drepa Tína Sølu (Og Hvussu Tú Orðnar Tey)

  • Writer: Bjartur Erlingson
    Bjartur Erlingson
  • Oct 7, 2024
  • 3 min read


ree

Fyri tað fyrsta: Um tú ikki hevur lisið hesa greinina Tríggir Bókstavir, Ið geva Tær Enn Fleiri Kundar, so vil eg eggja tær til at byrja har. Tað er tað vert. Trúgv mær.


Flestar fyritøkur gera eina deyðiliga villu, tá ið tað kemur til at skapa tilboð: Tær eru sekar í at geva út keðilig, einføld vaniljutilboð, ið eingin leggur nakað í. 


Tú kennir slagið. 


Lýsingar, ið siga “Her eru vit!”, við einum telefonnummari og/ella heimasíðu smekkaðum á, men við ongum hugtakandi, sum fær teg at handla her og nú.

 


Hatta Er Ikki Eitt Tilboð. Hatta Er Ein Fráboðan.



Um tú vil fáa tínar kundar at handla, so má títt tilboð vera av ovastu hill.


Tann kaldi, harði sannleikin er, at um títt tilboð ikki steðgar fólki á spori teirra, so er tað líka mikið, hvussu gott títt produkt ella tænasta er. Tey fara ikki at leggja nakað í tað.


Ein tann størsta orsøkin, til at fyritøkur miseydnast við direct response” marknaðarførslu, er júst hendan villan.


Tær blaka pengar í lýsingar, og tá ið møguligir kundar endiliga vísa seg?


Teir verða móttiknir við einum keðiligum, óinspirerandi tilboði, ið drepur alt momentum. Øll handan tíðin og pengarnir? Spilt. 


So, hvat ger eitt tilboð hugtakandi?


Latið okkum kava djypri:




  1. Relevansur


Títt tilboð má møta tínum kundum, har teir eru staddir. Tað má loysa trupulleikan, ið teir faktiskt leggja í. Hetta verður kallað eitt “message-to-market” match.


Um tú blakar generisk tilboð út, ið ikki rætta seg direkta ímóti tørvinum hjá tínum kunda, so kann tú, akkurát tað sama, skola pengarnar niður í vesikummuna. Bei-bei.


  1. Virði


Sjálvt um títt tilboð er ókeypis, so skal tað enn bera veruligt virði.


Hvat ger tað fyri kundarnar? Hvat fáa teir frá tær, ið teir ikki kunnu fáa aðrastaðni frá? Blaka ískoyti, eksklusivar fyrimunir ella pakkatilboð í, ið ger títt tilboð so hugtakandi sum gjørligt. 


 

  1. Aktualitetur


Tú má geva fólki eina grund til at handla beint nú.


Tað kundi verið eitt tíðarbundið tilboð knýtt at einum tiltaki, eini árstíð ella serstakari løtu í lívinum hjá tínum kunda.


 

  1. Tíð Og Nøgd


Brúka niðurteljingar, avmarkaðar nøgdir og “einans 5 eftir” boð til at skapa skund, ið fær tey at keypa beinanvegin.


Tú má baka avmarking ella eksklusivitet í títt tilboð, so tínir kundar føla seg noyddar at handla, áðrenn tað er ov seint.

 

  1. Lægsta Mark


Hvussu lætt er tað fyri onkran at taka næsta stig? Um tú vil skerma út óseriøsar “kundar”, so má tú skapa eitt hægri mark, so bert seriøsir kundar svara aftur.


Men um títt endamál er at fáa fatur á so nógvum møguligum kundum sum gjørligt, so lækka tað markið og ger tað lættari fyri kundarnar at siga ja. 


Hesi elementini eru galdandi, um tú so roynir at generera áhugamál, gera sølu, gera meirsølu ella vinna gamlar kundar aftur.


Uttan hesar ingrediensurnar, hevði sjálvt tann besti lýsingateksturin ikki bjargað tínum tilboði.



Tak hetta dømið:



Ein fyritøka, ið bjóðaði fíggjarligar tænastur, vendu sær til webinars undir pandemi’ini


Teirra tilboð?


“Ókeypis webinar Týsdagar og Hósdagar kl 19:00”


Eingin hugfangandi orsøk at luttaka.


Eingin avmarking, eingin eksklusivitetur, einki tilboð. Bert eitt dato og tíðspunkt. Høvdu tey bjóðað okkurt hugtakandi, so sum ein møguleika at vinna eina ferð til Las Vegas fyri bert at luttaka? Úrslitini høvdu verið sum dagur og nátt. 


Tað stutta av tí langa?


Tilboðið er alt. Uttan eitt hugtakandi tilboð, fer tín marknaðarførsla at fella flatari enn ein sunnudags pannukøka.


Hoyrast, 


Bjartur



P.S. Vil tú síggja eitt ordiligt RGT dømi?


Set teg í samband við okkum í dag.

Um vit passa væl saman, so skal eg persónliga hyggja at tíni fyritøku og marknaðarførslu, koma við eini strategi, um hvat eg hevði gjørt øðrvísi og tosa meira og djypri um hetta við teg yvir telefon. 


Eingin kostnaður, eingin binding. Um tú vil arbeiða saman, so skal eg fortelja tær, hvussu tað fungerar. 


Um tú ikki vil arbeiða saman, so er tað eisini okay. Eingin strævin og ágangandi sølu-taktikkur.


Og enda vit við at arbeiða saman…um eg ikki betri um tíni núverandi úrslit, so skal tú absolutt einki gjalda.


Antin missir tú einki, ella tjenar tú fleiri pengar. Win/win.


Ljóðar tað gott? So fyll út hetta oyðublaðið: https://www.bemarketingfo.com/samband


Comments


BE Marketing Logo (1).png
bottom of page