Tríggir Bókstavir, Ið Geva Tær Enn Fleiri Kundar
- Bjartur Erlingson

- Aug 13, 2024
- 2 min read
Updated: Dec 5, 2024

Tað besta, tú kann gera, fyri at fáa tína marknaðarførslu at løna seg, er… eitt RGT.
Rimmar
Gott
Tilboð.
Soleiðis ger tú:
Tann Farligasta Villan, Tá Ið Man Skapar Eitt Tilboð
Latið okkum siga, at vit stýra eini lýsingafyritøku og mugu finna uppá eitt gott tilboð fyri at lokka kundar.
Flestar fyritøkur høvdu funnið uppá okkurt líknandi hesum:
‘Ring til okkum í dag fyri framúrskarandi kundatænastu og kappingarmerktar prísir’
‘Vit hava verið í vinnuni í 15 ár og eru ekspertar á okkara øki’
‘Vit taka okkum av tínum lýsingum og hava gjørt tað fyri 100+ aðrar kundar’
Hygg rundanum teg, og tú sær hetta slag av marknaðarførslu ALLASTAÐNI.
Her er tann stóri trupulleikin við tí:
Tað er…
…
…K-E-Ð-I-L-I-G-T.
Vanilja. Skilir seg ikki frá.
Hvussu veit eg tað?
Tí at tín kapping sigur júst tað sama.
Fyrsta Elementið Í Tínum RGT
Tá ið eg fortelji fólki, at tað at “vera keðilig/ur” er ein stórur trupulleiki í marknaðarførslu, tá hugsa tey, sum oftast, hvussu tey kunnu gera sína lýsing meira “skríggjandi” og “øðrvísi”.
Lasarashow, blinkandi ljós, ljóðeffektir, konfetti og kanska eisini ein eldvarpara, eftirsum.
Tað er ikki tað, eg meini.
Hetta er tað, eg meini:
Oljuskift er øgiliga keðiligt fyri meg. Men um mín bilur fortelur mær, at tað skjótt er tíð til at skifta oljuna? Ja, so er oljuskift knappliga ovast á mínum lista yvir áhugaverd ting.
Eg byrji at leita eftir oljuskiftum, og hvat síggi eg?
‘Oljuskift er umráðandi og gott fyri motorin’
1.050kr fyri eitt oljuskift. Bílegg her.
Ansa eftir tínum motori, skift tína olju í dag’
Alt hatta hjálpir mær ikki. Tí at tað traðkar ikki í MÍNA verð. Verðina hjá tínum kunda.
Veit tú, hvat mín høvuðsspurningur er um hetta oljuskiftið?
…
“Hvussu langa tíð fer hetta at taka?”.
So um tú vil gera tað spennandi fyri meg, kom so við onkrum meira líknandi hesum:
‘Bílegg títt 15 min oljuskift online. Orðnað uppá onga tíð.’
Hatta er ein góð byrjan uppá eitt tilboð. Tað er ikki eitt RGT enn, men vit gera, í øllum førum, framstig.
Tú orðnar ikki “tann keðiliga trupulleikan” við at vera ógvislig/ur.
Tú orðnar “tann keðiliga trupulleikan” við at hugsa um tín kunda, at traðka í teirra verð, at seta teg í samrøðuna, ið gongur fyri seg í høvdi teirra.
Tað er tó bara eitt element. Eitt gott RGT hevur vanliga trý, so vit mangla enn at koma gjøgnum tvey.
Vit tosa um hesi í næstu grein í hesi røðini.
Hoyrast,
Bjartur
P.S. Vil tú síggja eitt ordiligt RGT dømi ímeðan?
Set teg í samband við okkum í dag.
Um vit passa væl saman, so skal eg persónliga hyggja at tíni fyritøku og marknaðarførslu, koma við eini strategi, um hvat eg hevði gjørt øðrvísi og tosa meira og djypri um hetta við teg yvir telefon.
Eingin kostnaður, eingin binding. Um tú vil arbeiða saman, so skal eg fortelja tær, hvussu tað fungerar.
Um tú ikki vil arbeiða saman, so er tað eisini okay. Eingin strævin og ágangandi sølu-taktikkur.
Og enda vit við at arbeiða saman…um eg ikki betri um tíni núverandi úrslit, so skal tú absolutt einki gjalda.
Antin missir tú einki, ella tjenar tú fleiri pengar. Win/win.
Ljóðar tað gott? So fyll út hetta oyðublaðið, og vit venda aftur innan 24 tímar. https://www.bemarketing.fo/samband




Comments