top of page

Hví Tú Altíð Skal Hugsa Um NÝGGJAR Lýsingar

  • Writer: Bjartur Erlingson
    Bjartur Erlingson
  • Sep 25, 2024
  • 2 min read




Where Should I Advertise? On Facebook Or Instagram Or TikTok Or Google Or Youtube?



“Heyyyy, hvat ger tú nú?”


Ein nokkso vanligur máti at heilsa onkrum, tá ið tú ikki hevur sæð viðkomandi í eina tíð.


Vit spyrja ikki:


“Hey, hvat er gamalt?”


ella


“Hey, fortel mær, hvat eg longu veit”. 


Vit spyrja, hvat er NÝTT. Tí at “NÝTT” er spennandi! Og tí kunnu vit, sum virkiseigarar, ongantíð koyra beinini hægst við krossaðum ørmum og hugsa, “Nú kunnu vit endiliga slappa av”.



Hví Lýsingamøði Er Tann VERULIGA Pandemi’in



Sosialir miðlar eru fantastiskir uppá nógvar mátar. Nemm atgongd til okkara málbólk, stórt potentiali til at gerast “viral”, og ongantíð hevur tað verið so nemt at stilla seg frammanfyri tann perfekta kundan.


Men…



…Meeeeeeeeeeeennn…



…har eru vansar.



Fyri tað fyrsta - Uppmerksemi.


Vit kenna øll TikTok “heila” fenomenið, sum gongur fyri seg í veruligari tíð. Børn, ið ikki eru før fyri at hyggja at filmum, konsentrera seg um skúlatingini ella yvirhøvur hyggja at einum 90 sekund videobroti.


Eg hevði ynskt, at tað ikki ávirkaði okkum, men tað ger tað veruliga.


Allir okkara kundar hava fingið verri uppmerksemisevni. Ikki tí, at teir vilja. Tí at teir NOYÐAST. 


Hvussu skal tú annars klára lýsingar, ið verða skotnar ímóti tær 300 km/t 24/7/365? Tað er ómøguligt! 


So hvussu orðna vit hetta?


Slappa av, eg fari ikki at biðja teg dansa nakran TikTok dans. 


Har er ein betri máti.



Hvussu Tú Heldur Uppmerkseminum Hjá Tínum Møguliga Kunda



Loysnin til TikTok heilan og stytt uppmerksemi er ikki at gera alt títt innihald og upplýsingar til lættsodnandi góðbitar á 60 sekund ella styttri.


Loysnin er at bjóða tínum møguliga kunda NÓGV ymiskt innihald.



  1.  Gev honum ikki 1 video. Gev honum 10.


  1. Gev honum ikki 1 grein. Gev honum 100.


  1. Gev honum ikki 1 tweet. Gev honum 1000.




Um ein møguligur kundi er veruliga áhugaður í tínum tænastum, so skal hann nokk gera sítt egna research (so skal hann nokk granska tær sjálvur). Men har má vera nógv at velja ímillum.



Tað er upp til tín at geva honum eina búffet av møguleikum. Ikki bert ein rætt. 


Hevur tú 1 lýsing koyrandi nú? Tað er tíð til at gera minst 3 ymiskar lýsingar.


Um tú hevur 1 video fyri hann at síggja í tíni “retargeting” kampagnu? Tað er tíð til at gera 5-10 aðrar kampagnur. 


So far út og ver fruktbar/ur. Við tínum innihaldi, sjálvandi. Ella ver fruktbar/ur uppá ein annan máta eisini. Tað er heilt fínt. Eg eri vísur í, at tú er ein ábyrgdarfullur vaksin.



Hoyrast, 



Bjartur



P.S. Um tú vil vita, hvussu vit høvdu orðnað lýsingamøði í tíni marknaðarætlan, set teg so endiliga í samband við okkum og fyll út oyðublaðið HER, og vit venda aftur innan 24 tímar.




 
 
 

Comments


BE Marketing Logo (1).png
bottom of page