Tín Perfekti Kundi Gevst Við At Skrolla, Um Tú Ger Hesi 3 Tingini
- Bjartur Erlingson

- Apr 24, 2024
- 3 min read
Updated: Jun 25, 2024
Ynskir tú at gera tínar lýsingar enn meira effektivar, fanga meira uppmerksemi og tryggja tær sjálvum fleiri kundar...so vísir hendan greinin júst tað.
Ikki bara tað, men greinin peikar eisini á vanligu villurnar, ið nógvar fyritøkur hava gjørt, eg inkluderaður.
Góðu tíðindini eru, at tað tekur einans nakrar fáar minuttir at orðna eina og hvørja lýsing.
Tey ringu tíðindini eru, at heldur tú áfram við hesum villunum, so verður kundin forvirraður, og ein forvirraður kundi ger tað ringasta, ein kann ímynda sær... einki.
Tá ið tú byrjar at gera hesi trý tingini, ið eg fari at læra teg, verða úrslitini av tínum lýsingum munandi betri.
Tær Tríggjar Villurnar, ið Vit Øll Hava Gjørt
Latið okkum hyggja at seinastu lýsingini, ið tú legði út.
Les hana og spyr teg sjálva/n... “hevði kundin skilt boðskapin, ið eg royni at senda út?”
Tann fyrsta villan, ið vit hava tendens til at gera, er at ikki gera okkara boðskap nóg greiðan. Flestar fyritøkur miseydnast at eftirkanna hetta, og tað missir markið fyri eini av tveimum orsøkum:
Tað Er Bara “Volapykk.”
Volapykk er at smekka fleiri orð saman og vóna, at tað gevur meining. Um tað so eru one-liner setningar ella langdrignir setningar við ov nógvum tekniskum sjargongi, so lesa tey tað, og tað eru bara orð...skrollar víðari.
Tað Snýr Seg Um Teg
Set inn nøkur fín orð og tosa um mítt brand. Hetta imponerar kundan, ikki so?
Eg havi gjørt hetta fyrr. Heldur enn at síggja úrslit… sá eg einki.
“Uppliva ta serstøku ferðina hjá brand okkara”
“Vit leggja dent á top-of-mind awareness”
“Tráan eftir framúrskarandi góðsku og lyfti okkara til samstarvarar”
Tað verður vanliga sagt við einum meira niðrandi tóna, og tað er eitt stórt nei takk.
Innanfyri hetta, varnast tú eisini ta næststørstu villuna.
Har er einki tilboð!
Um tú ikki gevur eitt tilboð, so gevur tú heldur ikki kundanum eina loysn til tann trupulleikan, ið tey stríðast við.
Kundin verður ikki freistaður at seta seg í samband við teg, og um tú biður teir, so 9 ferðir út av 10, vilja teir ikki.
Sum tekur meg til ta triðju villuna.
Tú biður einans kundan ringja til tín.
Tað, ið eg havi varnast, er at nógv tey flestu fólkini hvørki orka ella tíma at taka telefonina.
Kundin kann ikki ringja til tín, tá ið hann skrollar seint á kvøldi og kemur fram á tína lýsing.
Og eg kann lova tær, at hann fer ikki at seta eina áminning um at ringja til tín dagin eftir.
Hvussu Eg Steðgaði Við At Gera Hesar Tríggjar Villurnar
Og Hvussu Tú Kann Gera Tað Sama
Næstu ferð tú skrivar eina lýsing, royn og les hana hart upp.
Ja, tað merkir at tosa og lurta eftir ljóðinum av tíni egnu rødd.
Lurta, um tað streymar.
Ljóðar tað sum eitt menniskja ella ein robottur?
Tú noyðist at ljóða sum eitt menniskja, so skriva, sum tú hevur eina “one-on-one” samtalu við kundan.
Tak trupulleikan upp við einføldum setningum og greið frá, hví hann skal loysast. Hetta fyrireikar kundan til næsta stigið.
Gev eitt tilboð, ið kundin ikki kann takka nei til.
Ger eina einfalda útrokning um hvussu stóran ágóða tey fáa av tíni loysn.
Í flestu førum kann tú velja millum at spara pengar ella spara tíð. Tað førir so til hesa inklusjón, ið bøtir munandi um tín kunda umsetning.
Bið kundan útfylla eitt oyðublað. So setur tú teg í samband við tey.
Hetta ger tilboðið hjá tær lættari at taka ímóti. Alt, ið tey noyðast at gera, er at klikkja á nakrar knøttar og skráseta nøkur smáting. Tað tekur ikki langa tíð, og tað gevur tær gott virði.
Tveir fuglar við einum steini.
Tú kann rudda út kundar, ið ikki eru serliga áhugaðir. Bert seriøsar kundar.
Tú kann máta effektivitetin í tíni lýsing við at halda eyga við svartølunum.
Har eru fleiri mátar at gera hesi trý tingini, og tað er møguligt fyri hvørja einastu fyritøku, eisini tína.
Um tú vil vita, hvussu vit høvdu gjørt hetta í tíni fyritøku, so kanst tú senda okkum ein fyrispurning við at trýsta á "Send Fyrispurning".




Comments