Kundin segði ja - hvat gera vit nú?
- Bjartur Erlingson

- 4 hours ago
- 3 min read

Vit tosa ofta um at fáa fleiri sølur, men ein av bestu mátunum, at økja um søluna, er faktiskt at hyggja at tí, sum hendir aftaná, at kundin sigur "ja".
Kundaupplivingin hevur ótrúliga nógv at siga um, hvussu nógvar krónur enda í reyvalummanum hjá tær.
Hví? Tí ein nøgdur kundi keypir meira.
Um kundin fær eina fantastiska keypsuppliving, so kemur hann aftur – og keypir møguliga meira, enn upprunaliga ætlað.
Hinvegin, um upplivingin var strævin (t.d. fløkt bíleggingarskema, ógreið boð, keðilig tænastuuppliving, ella at tú av óvart yvirkoyrir kettuna hjá kundanum), kann ein kundi skjótt hugsa "Nei, takk. Ongantíð aftur."
Tað einasta, ið er verri enn eitt nei - er einki
Um kundin ikki veit, hvar hann skal trýsta, hvat hann fær, ella hvussu hann bíleggur… so ger hann tað ringasta, ein kann ímynda sær: Einki.
Kann ein kundi finna tað, ið hann skal brúka, uttan roks og fjas? Er heimasíðan/høllin greið? Er bíleggingin einføld, og er kunningin til at skilja?
Smílið er ikki nokk - men tað er ein góð byrjan
Hetta kenna vit øll helst til. Lønin er akkurát komin, og endiliga kann tú keypa tað, ið tú leingi hevur ynskt tær. Vit fara smílandi inn í handilin.
Og hvussu verða vit móttikin?
Starvsfólkið, ið upprunaliga er har fyri at hjálpa tær, er fult upptikið við at skrolla á telefonini.
Viðkomandi hyggur upp, rullar eygu eftir tær og sigur “Ja.. Kann eg hjálpa tær?”
Puha, ein sølugysari.
Ein vinarlig rødd og eitt blítt eygnabrá er ikki ein strategi. Men tað er ofta tað, sum minnir kundan á, at hann er ein persónur og ikki eitt nummar.
Ven tíni starvsfólk (ella teg sjálva/n) í at vera tolin, smílandi og villig/ur at fara tað eyka stigið fyri kundan.
Og koyr hasa telefonina vekk!
Keypið endar ikki við “ja” - tað er har, tað byrjar
Hevur tú givið kundanum eina kenslu av, at tú bert vart áhugað/ur, meðan peningurin varð fluttur? Ella eina kenslu av, at tú veruliga vil, at hann skal fáa tað besta burturúr?
Tildømis:
Eftir at kundin hevur móttikið vøruna ella tænastuna, hygg so at, hvussu alt gekk. Bíða nakrar dagar og send kundanum ein skjótan teldupost, "Hvussu gongur við x?". Tað fær kundan at kenna seg virdan.
Og um ein trupulleiki var, fært tú høvi at bøta um hann, áðrenn tað endar sum eitt negativt ummæli á netinum.
“Hvussu fái eg meira sølu?”
“Hvussu tryggi eg mær, at kundin velur meg aftur næstuferð?”
Ein góð kundauppliving er ikki bara eitt smíl og eitt skjótt aftursvar. Hon er:
At kundin ikki ivast um næsta stig.
At hann kennir seg tryggan við, at tú veit, hvat tú gert.
At hann hevði valt teg aftur. Hóast tú var dýrari enn næsta val.
Tað er “nóg mikið”, og tað kann mátast í: endurkeypum, viðmælum og einum kenslubornum “ja”.
So næstu ferð, tú hugsar “Hvussu fái eg meira sølu?”, spyr heldur “Hvussu tryggi eg mær, at kundin velur meg aftur næstuferð?”
Hoyrast,
Bjartur
P.S. Set teg í samband við okkum í dag. Um vit eru eitt gott match, so skal eg persónliga hyggja at tíni fyritøku og marknaðarførslu, koma fram við eini strategi, um hvat eg hevði gjørt øðrvísi og tosa djypri við teg um tað yvir telefon.
Eingin kostnaður, eingin binding.
Um tú vil arbeiða saman, so skal eg fortelja tær júst, hvussu tað fyrigongur seg. Um ikki, so er tað eisini heilt fínt. Eingin hørð søla, einki trýst, eingin strævin sølutaktikkur.
Ljóðar tað gott? So fyll út hetta oyðublaðið: https://www.bemarketing.fo/samband



Comments