top of page

Sel Hvat Sum Helst Til Hvønn Sum Helst - Einasti Máti, Sum Riggar

  • Writer: Bjartur Erlingson
    Bjartur Erlingson
  • Aug 7, 2024
  • 3 min read

Updated: Oct 27


ree


Ja, tú kann nokk ikki selja nøtir til onkran, ið er allergiskur fyri nøtum.


Men eg skal fortelja tær tann BESTA MÁTAN at selja ting.


Her er eitt dømi:


Tú býr í Norra, har tað altíð regnar. Meðan tú koyrir, sær tú fleiri kaffibarrir.


Har eru tríggjar kaffibarrir við skeltum uttanfyri. 


  1. “Vistfrøðiligt og Frískt Kaffi. 

  2. “100% Arabica Kaffi.”

  3. “Kalt? Kom inn og fá tær ein heitan kaffimunn.

Flestu fólkini, ið koyra forbí og lesa skeltini, høvdu valt triðja skeltið.



“Hví Fara Tey Ikki Til Ta Fyrstu Og Aðru Kaffibarrina?”



Tað er av somu grund, at flestu fólk ikki hava hug til at keypa tað, ið tú roynir at selja.


Flestu fólk tosa um seg sjálvi, tá ið tey selja okkurt.


Antin brúka tey eyðkennið ella fyrimunin hjá produktinum og fullkomiliga ignorera tað, sum fólkið faktiskt hevur brúk fyri.


Tað triðja skeltið riggar, tí at tað talar til, hvat fólk faktiskt hava brúk fyri. 


Síðan tað regnar, so eru fólkini nokk køld og hava brúk fyri onkrum heitum, sum er júst tað, tey fáa.



Um Tú Selur Tørvin Heldur Enn Produktið, So Kann Tú Selja Alt.



Har er eisini eitt klassiskt og kent dømi uppá hetta, sum eg eri vísur í, at tú longu hevur sæð.


Í filminum, “The Wolf of Wall Street”, tekur Jordan Belfort ein penn fram og biður óroynd sølufólk selja hendan pennin til sín. 


“Sell me this pen”.


Hvørt sølufólk tekur pennin frá honum og roynir sítt hálvvánaligt-besta at selja hann.



“Hetta er tann besti pennurin nakrantíð gjørdur…”


“Hetta kann verða tann síðsti pennurin, ið tú nakrantíð keypir…”


“Hesin pennurin kann skriva umvent…”



Jordan ristir við høvdinum aftaná hvørja roynd og tekur pennin aftur.


Endiliga tekur ein persónur, á hansara toymi, pennin frá honum og gevur honum eitt pappír. 


“Skriva navnið á tær á hetta pappírið,”


Jordan hyggur runt eftir onkrum at skriva við, tá ið hesin persónurin svarar:


“Áh, hevur tú brúk fyri einum penni?”


Hann skapti tørvin, so at Jordan hevði einki annað val enn at keypa pennin frá honum.


SEL.

TØRVIN.


Onkuntíð keypa fólk tað, ið tey vilja hava, men sum oftast keypa tey tað, ið tey hava tørv á.


Tá ið tú skapar eina lýsing, fangar tú teg sjálva/n í at ikki selja tørvin.


Kanska kennist tað gott, ið tú skrivar, og orðini eru fín og sofistikerað, men minst til, at har  vera tørvur á tínum produkti.


Uttan tørvin, óansæð hvussu tú roynir at selja tað, fær tú ikki góð úrslit meginpartin av tíðini.



Blív Góð/ur Til At Selja



Hygg altíð at, hvussu aðrar fyritøkur royna at selja til tín, tá ið tú er úti.


Spyr teg sjálva/n:


  1. Hvat selja tey mær?

  2. Hvussu royna tey at selja mær?

  3. Selja tey mær við eyðkennum?

  4. Selja tey mær við prísum?

“Hvussu hevði eg betrað um handilin, um eg átti hann?”



…Nú, tú hevur lært at selja tørvin, er næsta stigið, at skriva hugfangandi yvirskriftir.


Um tú vil blíva góð/ur til at skriva yvirskriftir sum SELJA, so skal tú lesa greinina niðanfyri.


Hoyrast, Bjartur.





P.S. Set teg í samband við okkum í dag.


Um vit passa væl saman, so skal eg persónliga hyggja at tíni fyritøku og marknaðarførslu, koma við eini strategi, um hvat eg hevði gjørt øðrvísi og tosa meira og djypri um hetta við teg yvir telefon. 


Eingin kostnaður, eingin binding. Um tú vil arbeiða saman, so skal eg fortelja tær, hvussu tað fungerar. 


Um tú ikki vil arbeiða saman, so er tað eisini okay. Eingin strævin og ágangandi sølu-taktikkur.


Og enda vit við at arbeiða saman…um eg ikki betri um tíni núverandi úrslit, so skal tú absolutt einki gjalda.


Antin missir tú einki, ella tjenar tú fleiri pengar. Win/win.


Ljóðar tað gott? So fyll út hetta oyðublaðið, og vit venda aftur innan 24 tímar. https://www.bemarketing.fo/samband


 
 
 

Comments


BE Marketing Logo (1).png
bottom of page