top of page

Økja Um Søluna Við At Betra Um Tína Skriving (PT. 3 - Steðga Vrøvlinum)

  • Writer: Bjartur Erlingson
    Bjartur Erlingson
  • Dec 12, 2024
  • 3 min read

Updated: Dec 13, 2024



ree

Í hesi greinarøðini dekka vit betri skriving, og hvussu tú lokkar kundar til títt innihald og heldur teimum har, meðan teir súgva títt innihald til sín.


Um tú ikki hevur lisið hinar tvær greinarnar, so kann tú finna tær her:



Latið okkum byrja.



Veit tú, hvat virkuliga drepur sølu?



At vera keeeeeeeeeeðilig/ur.



Og tað keðiligasta tingið í verðini, er eitt, sum verður kallað “at vrøvla”



Tú hevur nokk hoyrt orðið fyrr, men í øðrvísi konteksti. Nú fari eg at geva tær nøkur dømi, og tú fer nokk at enda við at síggja “vrøvl” allastaðni aftaná.




Hvussu Tú Varnast og Harðhjartað/ur Drepur Títt Vrøvl





Hygg at hesum setningi:



“Fundurin byrjar klokkan fimm, og tað verður kjakast um “ta syrgiligu støðuna í professionellari skriving.”



Ella hesum:



“Eg kontakti teg, tí at vit eru í gongd við at útvikla eitt nýtt marknaðarførslusystem, ið rættar seg ímóti “the generation of leads” fyri heimatænastufyritøkur. 



Og at enda: 



“Eg veit, at tú allarhelst er upptikin, og eg vil ikki brúka ov nógv av tíni tíð, eftirsum tín kalendari nokk er fullur.”




Veit tú, hvat teir allir hava til felags?



Teir VRØVLA. Har er so nógv passivt, veikt og kastrerað mál. 




Tú skal skera gjøgnum alt óruddið og larmin. At skera gjøgnum larmin við at vrøvla, er sum at royna at skera eitt træ niður við eini skeið. Tað riggar ikki. 



Vit hava brúk fyri eini motorsag. 




At Skera Gjøgnum Larmin Við Aktivum Máli





Okay, latið okkum fiksa hesar setningarnar. 



“Fundurin byrjar klokkan fimm, og tað verður kjakast um ‘ta syrgiligu støðuna í professionellari skriving.”



Keðilig turr keks av einum setningi.



Her er ein aktiv versión:



“Fundurin verður klokkan fimm. Evni: ‘tann syrgiliga støðan í professionellari skriving’.”



Sær tú, hvussu hasin fer beint til poengið?



Næsti setningur:




“Eg kontakti teg, tí at vit eru í gongd við at útvikla eitt nýtt marknaðarførslusystem, ið rættar seg ímóti “the generation of leads” fyri heimatænastufyritøkur.”



Ógreitt. Ótýðiligt. Kom og fiksa hann.




“Eg kontakti teg, tí at vit framleiða áhugamál fyri heimatænastufyritøkur. Hevði tað verið nakað fyri teg?”


Til poengið. Greitt. Týðiligt.



Síðsti setningur:



“Eg veit, at tú allarhelst er upptikin, og eg vil ikki brúka ov nógv av tíni tíð, eftirsum tín kalendari nokk er fullur.”




Ok. Hetta er nemt.


Hygg:


“.”


Hatta var tað. Tí at hasin setningurin ger absolutt einki. Hví fortelja vit viðkomandi, at hann er upptikin, og vit vilja halda tað stutt?


Bara at skriva hesi orðini er spill av tíð. Sum tú absolutt ikki vil, ha?




Drep Vrøvlið




Steðga við at brúka passivt mál. Steðga við at vera so varin, óneyv/ur og at brúka kastrerað mál.



Skriva, sum um tú brýtur hurðar niður, sparkar hegn niður, stormar barrikadurnar.



Tak stýringina í tínum máli og hygg, hvussu tín søla og tíni úrslit hækka munandi.



Hoyrast,



Bjartur



P.S. Vil tú vita, hvussu eg hevði tryggjað mær, at vit týna vrøvlið og halda kundunum tætt at tær og framhaldandi inntaka títt innihald? Set teg í samband við okkum í dag. Um vit eru eitt gott match, so skal eg persónliga hyggja at tíni fyritøku og marknaðarførslu, koma fram við eini strategi, um hvat eg hevði gjørt øðrvísi og tosa djypri við teg um tað yvir telefon.



Eingin kostnaður, eingin binding.



Um tú vil arbeiða saman, so skal eg fortelja tær júst, hvussu tað fyrigongur seg. Um ikki, so er tað eisini heilt fínt. Eingin hørð søla, einki trýst, eingin strævin sølutaktikkur. 



Ljóðar tað gott? So fyll út hetta oyðublaðið: https://www.bemarketingfo.com/samband


Comments


BE Marketing Logo (1).png
bottom of page