top of page

Økja Um Søluna Við At Betra Um Tína Skriving (Partur 2 - Tann Ósigraða BARR Royndin)

  • Writer: Bjartur Erlingson
    Bjartur Erlingson
  • Oct 29, 2024
  • 3 min read



ree


Í seinastu greinini tryggjaðu vit okkum, at títt innihald ikki rekur tínar ideéllu kundar vekk.




Okay, nú er títt innihald í ordan. Nú er tað tíð til at gera tað lættari fyri lesaran at koma ígjøgnum.



Tá ið vit endiliga hava lokkað kundan fram, er tað okkara arbeiði at fáa teir at halda á at lesa tað, ið vit hava skrivað.



So hvussu gera vit tað?



Á sama hátt, sum tú hevði gjørt í eini barr.




Nýt BARR Royndina Til At Fiksa Tína Skriving




“Sum virkiseigari er títt arbeiði at loysa trupulleikar. EL-trupulleikar? So er tað gott, at tú er ein faklærdur elektrikkari við tíni egnu fyritøku, ið kann loysa tann trupulleikan. Hetta er tann grundleggjandi meginreglan, sum liggur í at stýra síni egnu fyritøku, sum flestu virkiseigarir longu vita. Men hvat hendir, tá ið eingin veit av, at tú eksisterar? Hvussu skulu vit loysa trupulleikar, um ikki eingongd Jens, sum býr í tínum grannalagi, veit hvør tú er sum virkiseigari? Vit marknaðarføra, men vit marknaðarføra á ein øgiliga ávísan og strategiskan hátt, ið faktiskt loyvir okkum at lokka kundar og skapa sølu.”



Um tú kemur ígjøgnum alt hatta uttan at stara á tóman vegg ella halda, at vinur tín er tikin av AI…so er tú djarvari enn eg. Bravo.



Tað stendur ikki BARR royndina.




“Okay, Hvat Er Hendan Mýtiska Barr Royndin?”




Barr royndin er ósigrað og avgjørd. Hon hevur riggað í øldir og fer at rigga í fleiri øldir afturat.


Sjálvt um har ongar barrir eru eftir í framtíðini, fer royndin framhaldandi at rigga. So leingi menniskju ganga á jørðini, kann tú brúka hetta til at betra tín lýsingatekst munandi. 



Soleiðis brúkar tú hana:



Tú hyggur at einum teksti (hetta kalla vit ‘lýsingatekst’ in the biz) og spyr teg sjálva/n:



‘Hevði eg sagt hetta við ein veruligan persón í eini samrøðu?’



Tað er super simpult og riggar hvørja ferð. 



Hygg at hesum setninginum:



“Sum virkiseigari er títt arbeiði at loysa trupulleikar. Hetta er meginreglan, sum liggur í at eiga eina fyritøku, sum flestu virkiseigarir longu vita, men hvat hendir, tá ið eingin veit av, at tú eksisterar?”



Í eini veruligari samrøðu hevði tað ljóðað sirka soleiðis:



“Flestar fyritøkur vita longu, at teirra arbeiði er at loysa trupulleikar. Men tað er ringt at gera, um fólk ikki eingongd vita av, at tú eksisterar, ha?”



Sær tú, hvussu hatta gevur meira meining? Og lættari at lesa?



Fyrri setningur ljóðar sum eitt alien, ið roynir at spæla menniskja. Seinni setningur ljóðar sum eitt veruligt menniskja. 




Skjótasti Og Lættasti Mátin At Fiksa Tína Skriving




Her er eitt triks, sum riggar hvørja ferð. Tað fer at ljóða simpult og kanska eitt sindur barnsligt… men um tú gevur tí eina roynd, so skal tú nokk blíva fangað/ur.



Les tín tekst hart.



Lurta, um tað flow’ar. Hvar steðgar tú upp? Hvar ljóðar tað undarligt? Hevði tú faktiskt sagt hetta við ein persón?



Ímynda tær, at tú tosar við eitt vinfólk. Her er eitt annað dømi, sum eg las nýliga:



“Men flestu virkiseigarir hugsa, nú á døgum, ikki so nógv um, hvat teirra produkt fiksar, ella um keyparin er kvinna ella maður, hvat aldursbólkurin er, hvat teirra áhugamál eru, ella hvat fyri frisuru tey hava.”



Hatta er ein 35 orð setningur. Um tú lesur setningin hart, so varnast tú allarhelst, at tað er ein run-on setningur. Hann hevur brúk fyri punktum onkrastaðni. Tí vit tosa jú ikki í 35 orð setningum í veruliga lívinum.



Samrøður hava eitt flow. Summir setningar eru langir, aðrir eru stuttir.



Sum hesin. Bert tvey orð.



Ger hetta til ein vana. Tað fer at broyta tína skriving til tað betra. Eg garanteri tað.


Brúka hetta í tínum innihaldi og hygg, hvussu nógv fleiri svar tú fær uppá tað, sum tú skrivar.



Hoyrast,


Bjartur



P.S. Vil tú hava meg at kanna, umskriva og betra um títt tilfar við BARR royndini og øðrum grundreglum, sum vit fara at tosa um?


Set teg í samband við okkum í dag. Um vit eru eitt gott match, so skal eg persónliga hyggja at tíni fyritøku og marknaðarførslu, koma fram við eini strategi, um hvat eg hevði gjørt øðrvísi og tosa djypri við teg um tað yvir telefon.



Eingin kostnaður, eingin binding.



Um tú vil arbeiða saman, so skal eg fortelja tær júst, hvussu tað fyrigongur seg. Um ikki, so er tað eisini heilt fínt. Eingin hørð søla, einki trýst, eingin strævin sølutaktikkur. 



Ljóðar tað gott? So fyll út hetta oyðublaðið: https://www.bemarketingfo.com/samband

Comments


BE Marketing Logo (1).png
bottom of page