Økja Um Søluna Við At Betra Um Tína Skriving
- Bjartur Erlingson

- Oct 22, 2024
- 2 min read
Updated: 7 days ago

Góð skriving er besti mátin at fanga uppmerksemi, lokka fleiri kundar til tín, vaksa um tína fyritøku og at vísa fólki, at tú er professionell/ur í tínum arbeiði og vinnur á tínari kapping.
Har er bert ein trupulleiki..
Mesta skrivingin er forferdilig. Hon er keðilig. Uppgjørd. Ósamanhangandi. Svøvnfremjandi.
Og tað er líkamikið, hvar tú býr, tí tað er ikki eitt lokalt ting. Øll lond og øll mál hava sama trupulleikan!
Hví? Har eru fleiri orsakir. Skúlin hevur svikið okkum. Skrivingin tosar ikki. Og flestøll hava aldrin sett seg í triksini, ið man kann nýta, fyri at blaka lív í tað, sum man skrivar.
Men “hví’ið” hevur ikki so nógv at siga.
Tað, sum hevur nakað at siga, er “hvussu”.
Spesifikt…
Hvussu Tú Fiksar Vánaliga Skriving Alt Fyri Eitt
Í hesi greinarøðini fari eg at geva tær ráð og triks, ið eg sjálvur brúki, til at skriva greinar, filmshandrit, bloguppsløg, lýsingar og nógv annað.
Besta av øllum? Vit gera hetta uppá ein ikki-keðiligan máta.
Eg leggi einki í grundliðin í einum setningini ella umsøgnina ella hjálið og ávirki. Tað lata vit Føroyskt lærararnar taka sær av.
Tað, sum vit fara at tosa um, er at skriva orð, ið SELJA.
Latið okkum byrja:
Skjótasti Mátin At Fáa Fólk At Lesa Títt Tilfar
Fyrsta stigið er altíð at lokka onkran at lesa tað, ið tú hevur skrivað.
Hav í huga, at tú kundi skrivað heimsins bestu grein ella havt tað mest sannførandi argumentið…men tað er líkamikið, um viðkomandi klikkir av, áðrenn tú kemur til poeng’ið.
Ímynda tær eitt tíðindablað, t.d. Sosialin ella Dimmalættingina. Nógvar reglur settar tætt saman. Samankroystar. Tú hyggur at síðuni, og tín heili sigur: ‘pfffffff, skal eg vassa gjøgnum alt hatta?’
Hygg nú at greinini, ið tú lesur beint nú.
Sodnar nógv lættari enn eitt tíðindablað, ikki so?
Tað er tí, at eg geri tað lætt fyri teg at seta teg inn í. Stutt reglubrot. Setningar, ið eru lættir at skilja. Einki tungt sjargong ella endaleysir run-on setningar. Tað er sum um, at onkur tosar við teg.
Stuttformað VS Langformað Innihald
Merkir tað, at tú skal gera alt lætt? Skera tað í babybitar? Tosa sum um, at tú tosar tú við eitt smábarn?
Nope.
Men tú má, í øllum førum, vera varin um, hvussu tú byggir títt innihald upp. Tað er líkamikið, um tað er eitt videobrot, ljóðbrot ella ein lýsingatekstur.
Øll sløg av innihaldi, ið tú ger, má fanga lesaran og halda honum hangandi.
Tað er tó bert byrjanin. Nógv kemur afturat.
Hoyrast,
Bjartur
P.S. Vil tú vita, hvussu eg hevði tryggjað mær, at tínir kundar høvdu verið límaðir fastir í skerminum og áhaldandi inntaka títt innihald?
Set teg í samband við okkum í dag. Um vit eru eitt gott match, so skal eg persónliga hyggja at tíni fyritøku og marknaðarførslu, koma fram við eini strategi, um hvat eg hevði gjørt øðrvísi og tosa djypri við teg um tað yvir telefon.
Eingin kostnaður, eingin binding.
Um tú vil arbeiða saman, so skal eg fortelja tær júst, hvussu tað fyrigongur seg. Um ikki, so er tað eisini heilt fínt. Eingin hørð søla, einki trýst, eingin strævin sølutaktikkur.
Ljóðar tað gott? So fyll út hetta oyðublaðið: https://www.bemarketing.fo/samband




Comments