Tær Størstu “Yvirskrift” Villurnar
- Bjartur Erlingson

- Jan 13
- 3 min read
Updated: 7 days ago

Hvørjaferð tú Googlar okkurt, skrollar gjøgnum tíðindini, browsar Facebook ella enntá gongur forbí bøkurnar í Rit&Rák…so er tað altíð tað sama, ið fangar títt uppmerksemi. Yvirskriftin.
Vit velja, hvat vit vilja lesa ella inntaka útfrá yvirskriftini. Tað er tað, sum vit síggja fyrst. Ikki inngangin, ikki rithøvundarnar, ikki ummælini. Yvirskriftina.
Í hesi greinini fari eg at vísa tær, hvussu tú skapar eina yvirskrift, ið fangar uppmerksemi og fær lesaran at klikkja á. Afturat tí, fari eg undirstrika tær størstu villurnar, ið tú kann gera.
“Clickbait”
Tú hevur nokk hoyrt orðið fyrr, og kjansirnir eru, at tú er fallin fyri tí.
Hevur tú nakrantíð sæð eina líknandi yvirskrift, “Tú trýr tí aldrin..” bara fyri at finna okkurt sovorðið tvætl, “Amerikanskir skúlanæmingar sendir til Ukraina at kríggjast ímóti Russarum”?
Hatta er misvísandi og ósatt. Clickbait yvirskriftir eru líka gamlar sum Joe Biden, og tá fólk blíva við at detta í hesar fellurnar, so er tað sjáldan, at tey hava hug at verða verandi, tá ið tey síggja, at tey eru blivin snýtt. Til endans er tað ikki tað vert.
So, latið okkum gevast við tí misvísandi innihaldinum og at snýta fólk.

Ov Long
Ein long yvirskrift kann kosta tær lesarar. Her er eitt dømi:
“Slepp Tær Undan Hesum Yvirskriftarvillunum, Ið Ikki Skaffa Tær Kundar og Minka Um Títt CPR Við 50%, Sum Er Avgerandi Fyri Væleydnaða Marknaðarførslu.”
Tú hevur longu mist áhugan aftaná at hava lisið helvtina og veit ikki eingongd, hvat eg royni at siga, tí at yvirskriftin er so long og kompliserað.
Tú má gera tað stutt og fara beint til sakina. Yvirskriftir skulu skera gjøgnum larmin, ikki leggja meira larm til. Lesarir hava longu nógv, ið gongur fyri seg, í høvdum teirra. Tín yvirskrift skal vera løtt og sodnandi. Júst sum yvirskriftin á greinini, sum tú lesur beint nú.
At Fylla Tína Yvirskrift Við Lyklaorðum
Algoritmurnar hjá Google hava ment seg. At fylla lyklaorð í tína yvirskrift riggar ikki longur. Leitimaskinur (Google) hyggja nú at “click-through” tølum, ið fara at søkka, um tín yvirskrift er eitt órudd.
Hvør hevði trýst á okkurt líknandi hesum?
“Hvussu Tú Genererar Møguligar Kundar Við Facebook, Koyrir Facebook Lýsingakampagnur Og Fær Fleiri Kundar Á Facebook.”
Hvat roynir tú yvirhøvur at siga? Tað ljóðar sum eitt alien, ið roynir at spæla menniskja.
Minst til, at yvirskriftir eru fyri tínar lesarar. Fá tær at ljóða sum okkurt, sum ein veruligur persónur faktiskt hevði sagt.
At Brúka Ov Nógv Professionel Orð
Tú veit aldrin, hvørjir tínir lesarir eru. Ella hvør kanska keypir frá tær. At brúka ov nógv sjargong fer bert at forvirra tínar møguligu kundar so mikið nógv, at teir rýma. Grundað á eina grein, ið kennist ov kompliserað.
Og ein forvirraður kundi ger tað ringasta, ein kann ímynda sær…akkurát einki.
Ein góð tummilsregla? Nýt BARR Royndina: Sig tína yvirskrift hart. Ljóðar tað sum okkurt, tú hevði sagt á eini barr, ella ljóðar tað sum okkurt, sum ein robottur hevði sagt? Um tað er tað seinna, so umskriva.
(Tú kann lesa meira um BARR Royndina her https://www.bemarketing.fo/post/okja-um-soluna-vid-at-betra-um-tina-skriving-partur-tvey Tað er tað vert.)
At Vera Keðiligur Og Óinspirerandi
Tín yvirskrift skal skilja seg frá og krevja uppmerksemi. Verðin hevur ikki brúk fyri enn einum víðgongdum uppslagi, sum hesum: “7 Fólk At Fylgja Á Sosialum Miðlum.”
Hon hevur brúk fyri fleiri yvirskriftum, sum tildømis hesum: “7 Fólk, Sum Læra Teg Loynir Um Marknaðarførslu, Sum Tú Ikki Visti.”
Ver djørv/djarvur. Skapa forvitni og spenning um at lesa títt innihald.
Um tínar yvirskriftir kennast “meh” og ikki pakka eina álvarsliga kraft, so halt áfram við at arbeiða uppá tær, inntil tær gera!
Implementera hesar taktikkirnar, halt teg frá villunum og hygg, hvussu tíni úrslit betrast. Tínar yvirskriftir eru leiðin til títt innihald. Make them count!
P.S. Skal eg vísa tær júst, hvussu tú skrivar yvirskriftir, ið selja? Set teg í samband við okkum í dag. Um vit eru eitt gott match, so skal eg persónliga hyggja at tíni fyritøku og marknaðarførslu, koma fram við eini strategi, um hvat eg hevði gjørt øðrvísi og tosa djypri við teg um tað yvir telefon.
Eingin kostnaður, eingin binding.
Um tú vil arbeiða saman, so skal eg fortelja tær júst, hvussu tað fyrigongur seg. Um ikki, so er tað eisini heilt fínt. Eingin hørð søla, einki trýst, eingin strævin sølutaktikkur.
Ljóðar tað gott? So fyll út hetta oyðublaðið: https://www.bemarketing.fo/samband




Comments