top of page

IKKI LES HETTA, & Blív Við At Spilla Eina Rúgvu Av Pengum Uppá Lýsingar

  • Writer: Bjartur Erlingson
    Bjartur Erlingson
  • Jun 24, 2024
  • 2 min read

Updated: Sep 20, 2024

Minnist tú, hvussu tú ignoreraði allar hasar lýsingarnar, meðan tú skrollaði?


Hví?


Tí at yvirskriftirnar eru ógreiðar og meiningsleysar, og føra ongan veg. 


Ein effektiv yvirskrift rópar tó: “Hey, hetta er júst tað, ið tú hevur leitað eftir!”


Succes’in í tínum søluinnsatsi er direkta ávirkað av, hvussu og hvat tú kommunikerar í byrjanini.

Hví Opnaði Tú Yvirhøvur Hesa Greinina? 


Eitt ynski um at finna okkurt virðismikið, ha?

Hon tosar beinleiðis við tína frustratión (spilla pengar uppá óeffektivar lýsingar) og lokkar teg at lesa víðari.

Í nútímans verð, við óendaliga nógvum upplýsingum, eru konsentratiónsevnini verri enn nakrantíð.

Og tað er grundin til, at tín yvirskrift er tað týdningarmiklasta elementið.


Ímynda Tær, At Tú Eigur Eitt Hágóðsku Steakhouse.

Matstovan kundi verið eitt meistaraverk við veikt upplýstum atmosferu. Luftin er fylt við sterkum anga av perfekt-lagraðum búffum, og ljóðið av spruttandi grillunum økir um vónina, ið so er komplementerað av fantastiskari tænastu.

Men um skeltið bert sigur “Steakhouse”, fara kundarnir so at koma rennandi inn?

Nei.

Teir hava brúk fyri eini yvirskrift, ið setur gongd í smakkleykir og ynski. Besti Wagyu Búffur, Lagraður Til Perfektión, Smeltar-Á-Tunguni Moyrur’ málar eina klára mynd, ið vekir essensin í luksus borðhaldi og skapar ómótstøðugligan hungur.  

Brádliga bjóðar tykkara steakhouse ikki bert búff; tit bjóða eina luksus matgerðaruppliving.

Um tú skrivar verðins bestu grein, men gevur henni eina lorta yvirskrift, so fer hon ikki at virka.

Tín yvirskrift er eitt lyfti. Ikki sel meira, enn tú kann lata, ella villeiða. Um títt innihald heldur tí lyftinum, ið tú hevur í tíni yvirskrift, so tryggjar tú tær álit og trúvirði, og skapar grundarlagið á einum langtíðarforholdi við tín lesaraskara. 


So Hvussu Kann Tú Tryggja, At Tín Inngangur Fangar Uppmerksemi?

Her Eru Nakrar Reglur:

Tín yvirskrift skal samsvara við tað, ið tín lesari er áhugaður í.


Tú kann:


  1. Kasta Teg Út í Kenslur: Nýt orð, ið vekja sterkar kenslur, so sum forvitni, ynski ella pínu.

  2. Nýt Loynidóm: Arga lesararnar við einum hinti um, hvat teir koma fram til, fyri at halda teir á krókinum.

  3. Krev Forvitni: Spyr ein spurning, ið bjóðar trúgv av, ella talar við teirra ynski.

  4. Neyvleiki: Skapa greiðar, fyrimun-drivnar yvirskriftar, ið reflektera títt innihald.

  5.  “Fear of Missing Out” (FOMO) Faktorurin: Fólk hata at missa okkurt gott. Lokka við einum serstøkum ágóða ella tíðarbundnum tilboði.

  6. Altíð “A/B Split Test’a”: Tað er sum at royna ymiskar lyklar í eitt lás, fyri at finna fram til tann, ið opnar hurðina. Kanna ymiskar yvirskriftir, inntil tú finnur ta yvirskriftina, ið passar perfekt. 


Aftaná tú hevur fingið yvirskriftina, júst sum tú vil hava hana… og um tú enn starir at eini tómari síðu og kennir teg púra óvitandi…so kanst tú trýsta á greinina niðanfyri, fyri at hjálpa tær víðari.



P.S. Um tú vil hava okkum at hyggja at tíni marknaðarætlan, og hvat vit kundu gjørt fyri teg, trýst á  “Send Fyrispurning”.




 
 
 

Comments


BE Marketing Logo (1).png
bottom of page