Hvussu Tú Fangar Uppmerksemið hjá Tínum Perfekta Kunda
- Bjartur Erlingson

- May 14, 2024
- 3 min read
Updated: Apr 14
Ignorerar tú tínar perfektu kundar uttan at yvirhøvur varnast tað?
Tað ljóðar kanska sum ein undarligur spurningur, eg veit. Men tað er tað ikki. Tí eg gjørdi júst hesa villuna í langa tíð.
Og eg síggi hana allastaðni rundanum meg.
Johan Cruyff, ein kendur hollendskur fótbóltsspælari, segði eina ferð:
“You’ll only start getting it, once you understand it.”
Eftir at eg havi verið gjøgnum hetta, kann eg siga við vissu, at Johan hevur rætt. Eg havi sæð fyritøkur vaksa við lopum og springum, eftir at hava funnið útav, hvussu tað verður orðnað.
Lat meg vísa tær.
Ólavsøku trupulleikin
Ímynda tær gongugøtuna í miðbýnum. Fólk allastaðni, trongt, larmur, kaos.
Í mongdini sær tú ein ávísan persón og MÁ fáa teirra uppmerksemi.
Hvussu hevði tú gjørt tað?
Tú kundi stillað teg á ein bonk og hopa, at tú varnast viðkomandi í trokanini.
Tú kundi spurt ein og ein. Men tað er neyvan so praktiskt, tá ið man stendur millum túsundavís av fólki.
So hvat er tann besti mátin?
Rópa teirra navn.
Gevur meining, men hvat hevur tað við at fanga tann perfekta kundan at gera?
"Hvør er tín perfekti kundi?”
Eg spyrji nógvar spurningar, tá ið eg arbeiði við kundum. Har ein av teimum ljóðar:
“Hvør er tín perfekti kundi? Hvør er perfektur fyri tína tænastu?”
Av og á sigur kundin:
“Øll! Vit selja til øll!”
Nei.
Tað ger tú ikki.
Av tveimum einkultum orsøkum:
Ikki øll vilja ella hava tørv á tíni tænastu.
Um tú roynir at røkka øllum, endar tú við at røkka ongum.
Ein perfektur kundi hevur ein trupulleika, eitt ynski; okkurt, ið tey veruliga vilja. Og tín tænasta skal veita teimum tað, ið tey vilja hava.
Røkka hasum fólkunum, og tú loysir hvønn marknaðar- og sølutrupulleika. Her sær tú hvussu:
At røkka tínum perfekta kunda
Um tú var ein hundavenjari, kundi tú teoretiskt sæð selt til øll, ið áttu ein hund.
Men latið okkum siga, at tín mest lønandi tænasta er at hjálpa kundum við at venja sínar hvølpar av við at tyggja møblar og skíta inni.
So heldur enn at sikta eftir hvørjum einasta hundaeigara, leggja vit fokusið á hvølpaeigarar.
Tann RINGASTI mátin at røkka hasum perfektu kundunum, er at leggja eina lýsing ella uppslag út, ið sigur okkurt líknandi sum:
"Hákun’sa Hundavenjing
Vit venja allar hundar, øll sløg og allar aldrar til at gera hvat sum helst.
Her er ein listi av, hvat vit kunnu bjóða:
Venja tín hund til at heinta.
Venja tín hund til at ganga í bandi.
Venja tín hund til at sosialisera við aðrar hundar.
Venja tín hund til at ikki bróta ting, tá ið tú ikki er heima.
Hevur tú ein hund, ið tú vil hava vandan av okkum, vinarliga ring til okkum á nr. xxxx"
Sær tú trupulleikan?
Tað er so keðiligt, so "turt", so lítið áhugavert… at eingin fer at hugsa:
“Hatta er akkurát nakað fyri MEG!”
Og tað er svarið, ið vit vilja hoyra frá okkara perfekta kunda:
“Hesin persónurin skilir, hvat eg fáist við! Hetta er nakað fyri meg!”
So ver ikki bangin fyri at standa út og skraddaraseyma tíni boð til tann perfekta kundan.
Hoyrast,
Bjartur.
P.S. Set teg í samband við okkum í dag. Um vit eru eitt gott match, so skal eg persónliga hyggja at tíni fyritøku og marknaðarførslu, koma fram við eini strategi, um hvat eg hevði gjørt øðrvísi og tosa djypri við teg um tað yvir telefon.
Eingin kostnaður, eingin binding.
Um tú vil arbeiða saman, so skal eg fortelja tær júst, hvussu tað fyrigongur seg. Um ikki, so er tað eisini heilt fínt. Eingin hørð søla, einki trýst, eingin strævin sølutaktikkur.
Ljóðar tað gott? So fyll út hetta oyðublaðið: https://www.bemarketingfo.com/samband




Comments