top of page

Hvussu Tú Noyðir Tínar Perfektu Kundar At Varnast Tína Marknaðarførslu

  • Writer: Bjartur Erlingson
    Bjartur Erlingson
  • Jul 16, 2024
  • 3 min read

Ikki nógv vita hetta, men har er ein nemmur máti at spáa, hvussu væleydnað tín lýsing verður. 


Eg kalli tað “double-take test”. 


Ímynda tær, at tú er ein perfektur kundi hjá tíni fyritøku. Hygg at tíni lýsing. Hygg at henni, líka sum ein møguligur kundi vildi. 


Um tú hyggur at henni, og hon NOYÐIR teg at hyggja tvær ferðir? Tað merkir, at tað er ein góð lýsing.


Hon má vera so sigandi og fangandi...tosa direkta við lesaran…at tey kunnu ikki annað enn at lesa ella hyggja at, hvat tú hevur at siga.


Soleiðis ger tú:



Modernaðir Trupulleikar -> Mystiskar Loysnir



Lýsingar eru allastaðni. Øll vilja fáa títt uppmerksemi, og tað hevur aldrin verið so nógv kapping sum í dag.


Tað er tí, at vit øll eru so góð til at sortera lýsingar og upplýsingar frá, sum vit ikki leggja nakað í.


Tað ljóðar sum eitt ringt ting fyri okkum, men… tað er faktiskt eitt gott ting. Tað einasta, ið tú skal gera, er… 


…at vera eitt “marknaðarførslu spáfólk.”


Og tað tekur bert nakrar fáar minuttir at útvikla tíni spádómsevni. 



Hvussu Tú Verður Eitt Marknaðarførslu Spáfólk



Tú hevur ikki brúk fyri roykilsispinnum. Tú hevur ikki brúk fyri at duga nógv ymisk ritualir. Tú hevur ikki brúk fyri eini voodoo dukku. 


At blíva eitt marknaðarførslu spáfólk er nógv einfaldari enn tað.

Tað einasta, ið tú má spíska, er títt hugflog.


Her eru 2 einføld stig:


  1. Ímynda tær, at tú er ein møguligur kundi. Hugsa um tína dagligu uppliving. Hvussu verðin sær út hjá tær.

  2. Ímynda tær nú, sum ein møguligur kundi, hvør boðskapur hevði skotið ígjøgnum tín dagliga eksistens.

Hvørji orð, setningar, lyfti og garanti hevði “vakt teg”? Noytt teg at lurta.


Hasi tvey stigini eru grundarlagið fyri hvørja úrslitagóða marknaðarførslukampagnu.


Hví er hetta so umráðandi?

Tí at flestu marknaðarførslur eru bert “hópmarknaðarførslur”. Tær bera fram sama keðiliga boðskap og vóna, at onkur tilvildarliga rennur í lýsingina og velur at keypa.


Lat meg geva tær eitt dømi:


Kom Úr Tí Myrku Miðøldini Av Marknaðarførslu.



Hygg at marknaðarførsluni hjá ognarmeklarum kring heimin. Hon er, mirakuløst, næstan tann sama. Óansæð hvat mál, óansæð hvat land.


Tað er alt tað sama. Soleiðis sær tað út:


"Um tú vil selja tíni hús, ring so til X."


Eru tey eitt lítið sindur meira framkomin, so ljóðar tað: 


"Um tú vil selja tíni hús, so ring til X og fá eina ókeypis virðismeting."


Tað er ikki broytt í 100 ár. Tað fer nokk heldur ikki at broytast tey næstu 100 árini. 


Tað er eitt sindur syrgiligt. Vit eru menniskju. Vit eiga at menna okkum støðugt og betra um tingini. Ikki standa í stað í øldir. 


Men nógvar vinnur eru í tí myrku miðøldini av marknaðarførslu.Tær halda áfram við at gera tað sama, ið tey hava gjørt í áratíggju og hopa og biðja, at tað verður betri.


Latið okkum fara víðari til nútíðina og spyrja okkum sjálvi: 


“Um eg vildi selt mítt heim… hvat hevði fangað mín áhuga?”


Tú hevði endað við onkrum líknandi hesum:


“Vil tú selja títt heim fyri hægsta peningin? Download’a hesa ókeypis leiðbeiningina við 4 ráðum um, hvussu tú fær sum mest burturúr tínum heimi”


“Keypa eitt nýtt heim? Soleiðis keypir tú eitt nýtt heim og selur tað gamla uttan at rinda tvey húsalán”


Hesir eru trupulleikarnir, ið seljarir fara ígjøgnum. Tí fær tú nógv meira respons við hesum boðskapunum, enn við: “ring til mín, og eg skal royna at selja tær okkurt”. 


Um tú setur teg í støðuna hjá tínum møguliga kunda, so fer tað at økja um tíni marknaðarførsluevni. Royn tað, tú fer ikki at angra tað. 



P.S. Um tú er forvitin at vita, hvat vit vildu gjørt í tíni spesifikku støðu, so set teg í samband við okkum við trýsta á "Send Fyrispurning".



 
 
 

Comments


BE Marketing Logo (1).png
bottom of page