top of page

Hvussu Tú Skrivar Eina Lýsing, Ið Gevur Tær Fleiri Kundar (PT.1)

  • Writer: Bjartur Erlingson
    Bjartur Erlingson
  • Aug 30, 2024
  • 2 min read

Her er eitt, ið vit øll kunnu verða samd um:


Flestu lýsingar skaffa ikki kundar. 


Summar lýsingar eru stuttligar. Aðrar lýsingar eru sinematiskar (hvat tað so merkir). Og nakrar lýsingar eru minniligar


Men, um tær ikki skaffa kundar…Hvat er so poengi?


Í hesi grein fari eg at vísa tær, hvussu tú skrivar eina lýsing, ið skaffar tær fleiri kundar og vigtigast av øllum…SELUR


Latið okkum byrja:



Hvat Tú IKKI Skal Gera, Tá Ið Tú Skrivar Lýsingar



Her er eitt einkult prinsipp: 


Um eg hevði hug at selja tær okkurt, bara eitt ella annað, hevði eg so:



  1. Latið meg í klovnaklæðir, so eg fyrst kann fáa teg at flenna?

  2. Hava eitt fitt djór við mær, t.d. ein hvølp ella ein kettling, at hjálpa mær við søluni?

  3. Spæla harðan tónleik og brúka episkar visuellar effektir?

  4. Vera ótrúliga óneyvur og ógreiður um tað, sum eg royni at selja tær?



Um tú svaraði NEI til alt omanfyristandandi, so eru vit á góðari leið.


Tí at tað er júst tað, sum tú ikki hevði gjørt, fyri at fáa onkran at keypa frá tær. 



Fyrsta Stigið Í At Skriva Eina Vinnandi Lýsing



So hvat gera vit ístaðin? 


Vit hugsa um okkara lýsing, sum ein sølumaður hevði gjørt. Ella ein sølukvinna. Hvat nú fær teg at sova betur um náttina. Men eg fari at siga sølumaður í mínum dømi.


Latið okkum siga, at vit varnast ein góðan møguliga kunda til títt produkt/tænastu, og vit senda ein sølumann til viðkomandi… hvat hevði tú viljað hoyrt frá sølumanninum?


Hvat hevði hann spurt?


Hvørji kjak hevði hann brúkt fyri at fáa kundan at taka fyrsta stig?


Vit kunnu svara hesum við at brúka eitt dømi og siga, at vit selja kiropraktiska viðgerð.


Tað fyrsta, vit gera, er at spyrja ein einkultan spurning: 



‘Hvør hevði verið ein góður møguligur kundi?’ 



Vit gera av, at ‘onkur, ið hevur ilt í rygginum’ er ein góður møguligur kundi.


Nú senda vit okkara hypotetiska sølumann til hendan hypotetiska kundan. Hvat fer hann at spyrja?


Hvat við……



“Hey, hevur tú ilt í rygginum?



Vinn Á ‘Tí Tómu Síðuni’,Tá Ið Tú Skrivar Lýsingar



Tá ið tú byrjar at skriva eitthvørt, er tað altíð ræðandi at møta tí tómu síðuni. 


Eitt hvítt pappírsark, ið starir teg beint í andlitið, flennir at tær. 


Tað er tí, vit halda tað einfalt. 


Vit byrja bara við at spyrja, um tey eru góðir møguligir kundar fyri okkara tænastu. 



Her eru nøkur dømi:



  1. “Er tú ein virkiseigari og kundi hugsað tær at fingið fleiri kundar?

  2. “Hevur tú ilt í rygginum?”

  3. “Vil tú tapa teg nøkur kilo tær næstu 6 vikurnar?”

  4. “Kundi tú hugsað tær at betra um títt golf sving?”

  5. “Hevði tær dámt at skorað kvinnur lættliga?”



Vit byrja einfalt.


Hví? Tí einfalt riggar.


Tað er eygnasteinurin í hesum. 


Tú roynir at skera gjøgnum alt óruddið og sløkkja oyrini fyri øllum larminum frá hinum lýsarunum.


So vit taka eina beinleiðis og einfalda tilgongd. 


Hetta er ein góð byrjan til tína vinnandi lýsing. 


Í parti 2 fara vit at byggja víðari á hetta og útdýpa okkara lýsing.



Hoyrast,



Bjartur


P.S. Um tú er forvitin at vita, hvat vit vildu gjørt í tíni spesifikku støðu, so set teg í samband við okkum við trýsta á "Send Fyrispurning".





 
 
 

Comments


BE Marketing Logo (1).png
bottom of page