Sel Hvat Sum Helst Við At Meistra Hesi 3 Einkultu Elementini
- Bjartur Erlingson

- Jul 4, 2024
- 4 min read
Updated: Feb 5

Um tú stríðist við at seta eina lýsing saman, ið rekur sølu, so tak tað bara róligt. Eg veit akkurát, hvussu tú hevur tað.
Eg havi roynt alt. Frá marknaðaførslu-“guru’um” á YouTube til hasi sketchy Instagram Reels, har tú viðmerkir “sales” fyri at fáa eina hálvvánaliga marknaðarførsluleiðbeining.
Tá eg hyggi aftur, so eri eg ikki sikkur í, hvat eg hevði væntað.
Kanska onkrum formi av marknaðartablett, ið gevur mær ráa sannleikan beint í heilan.
Líka sum Neo í “The Matrix”, tá ið tey leggja øll kombat evnini í hansara sinn.
Tíverri er tað ikki so lætt. Men, sannleikin er nógv einkultari enn at uppdaga onkra hemmiliga tablett.
Áðrenn tú skilir, hvat tað er, ið ger eina vinnandi lýsing, so má tú skilja, hvat tú ikki skal gera, og hvussu vit endaðu í einum heimi við vánaligum lýsingum.
Um Tú Enn Selur Fyri Prís, So Havi Eg Nýggjheitir Til Tín
Tú er leidd/ur til at trúgva øllum sløgum av óeffektivum marknaðarførsluteknikkum gjøgnum lívið.
Eg eri sikkur í, at tú hevur sæð Coca-Cola lýsingarnar við ísbjørnini um jólatíðina.
Hví tey vísa hesa lýsingina er ein gáta, men hevur tú eitt lýsinga-budget sum Coca-Cola, so er alt møguligt grundað á “brand awareness.”
Hendan lýsingin fær teg at trúgva at okkurt fancy “CGI” og ein bjørn, ið drekkur ein kolsýrudrykk, hjálpir við at selja meira Cola.
Eg veit ikki við tær, men eg havi aldrin sæð eina dós av Coca-Cola og hugsað,
“Áh ja, jólabjarnirnar! Eg má keypa eina.”
Hetta er bert eitt dømi í einum havi av nógvum kendum merkjum, ið brúka ivasamar mátar til at marknaðarføra.
Grundað á teirra kempi stødd, kunnu tey kasta sirka alt á veggin, og tað klistrar. Tey hava endaleysar lummar, men flestu fyritøkur hava ikki tað.
Hesi mega-”brand’ini” hava snarað evnini til at síggja, hvørji element veruliga skapa eina lýsing, ið økja um sølutølini, og eisini hava tey læst okkum inni í einum systemi av forferdiligum marknaðarførslustrategium.
“Lýsingin má innihalda onkran kendan.”
“Har má vera ein kvinna í lýsingini fyri sex appeal.”
“Har má vera ein catchy jingle.”
Og, Gud forbarmilsi,
“Produktið MÁ vera bíligast!”
Meðan faktorarnir omanfyri spæla ein stóran leiklut í lýsingum, so eru teir eisini dekorativ element á einum nógv størri grundarlagi.
Áðrenn tú fer at stúra um jingles og kend fólk, so má tú fokusera uppá grundarlagið.
“So what will it be, Neo, will you take the blue pill or the red pill?”
(Ja, eg haldi meg til “The Matrix” tilvísingina. Mær dámar hana.)
Tak ta bláu tablettina, og tú endar aftur við at selja tað bíligasta og aldrin tjena eitt oyra.
Men tekur tú ta reyðu tablettina, so læri eg teg tey trý kjarnuelementini í marknaðarførslu, ið tú kann brúka hvar sum helst og samstundis fáa stór úrslit.
Tann Reyða Tablettin í Marknaðarførslu
Finn tín blokk fram, so fara vit í gongd.
Her eru tey trý elementini í eini væleydnaðari marknaðarførslukampagnu.
Element 1: Hvønn Tosar Tú Við? Hvørjum Roynir Tú At Røkka?
Tað týdningarmiklasta, av teimum trimum elementunum, er nokk, hvørjum tú siktar eftir við tíni lýsing.
Tað ger einki, hvat títt produkt ella tænasta er. Har er ein ávísur málbólkur, ið produktið er ætlað, og tað er upp til tín at finna tann málbólkin.
At skraddarseyma tín boðskap, til hesi fólkini er, neyðugt, tí at tað er borderline ómøguligt at koma fram til ein boðskap, ið tosar við øll og er ætlað øllum.
Hav í huga, at vit fylgja generellum reglum her og ignorera undantøkini.
Eitt gott dømi um hetta, kundi verið bilmekanikara amboð.
Eg eri ikki sikkur í, hvussu stórur prosentpartur av teknikarum, eru menn, men eg eri sikkur í, at tað lættliga liggur í teimum 90%.
“Men hvat við teknikarunum, ið eru kvinnur?”
Tær eru ein ógvuliga lítil prosentpartur av tínum bólki, so tað gevur onga meining at tillaga tína lýsing til at eisini passa teirra áhuga.
Um tær vilja keypa tíni amboð, so kunnu tær enn tað; tú steðgar teimum ikki.
Tað er bara tað, at tú fer ikki at broyta tína sjón, kenslu og talumál í tíni lýsing, fyri at passa teimum.
Líka sum, at tú hevði ikki skraddaraseymað eina neglasalonglýsing til menn, hóast
“tað er 2024”.
Element 2: Hvat Sigur Tú? Hvat Er Tín Boðskapur?
Tað, sum tín lýsing selur, tín boðskapur, má vera sterkur, greiður, yvirtalandi, hugfangandi, áhugaverdur og øll onnur positiv lýsingarorð í orðabókini.
Tað er ein kappingarfør verð har úti, og tín lýsing má skilja seg frá.
Hon kann ikki vera keðilig, og hon kann ikki líkjast øllum øðrum lýsingum.
…Og um tú ikki fekk tað við, so hevur boðskapurin bara ikki at ljóða: “Eg eri bíligast!”
Element 3: Hvussu Røkkur Tú Hesum Fólkunum?
Tá ið tú hevur fingið tey fyrstu tvey elementini uppá pláss, so kann tú byrja at hugsa um, hvussu tú fær boðskapin út.
Tíbetur fyri teg, so havi eg góð tíðindi.
Nei, ikki so góð tíðindi, men góð tíðindi í samband við at røkka tínum málbólki.
At finna útav “hvussu”, man røkkur teimum, plagdi at vera ringt og dýrt.
Fyrr mátti tú keypa ein lista við adressum og senda lýsingarnar fysiskt út til tínar møguligu kundar.
Tey góðu tíðindini eru, at sosialir miðlar hava gjørt hetta nakað lættari.
Við at brúka Meta ella Google lýsingar, so kann tú sikta eftir einum og hvørjum tú vil. Og nær sum helst tú vil.
Eru tey lokal fólk? Hvussu gomul eru tey? Maður? Kvinna? Hvat eru teirra áhugamál?
Tað er ótrúligt.
Tað góða við Meta/Google lýsingum er, at tú kann testa fleiri ymiskar málbólkar samstundis og tillaga tína lýsing so hvørt, sum úrslit koma inn.
Fleiri áhugamál við yvirskrift A enn við yvirskrift B?
Brúka yvirskrift A og royn eina nýggja yvirskrift B og vita, um hon vinnur á yvirskrift A.
So ger tú tað sama umaftur og umaftur.
Nú tú hevur fingið tey 3 kjarnu-elementini, í eini væleydnaðari marknaðarførslukampagnu, er tíð til at seta tey í verk.
Tú kann samanseta ein greiðan málbólk, ein sterkan boðskap og ein strategiskan máta at røkka út, til eina marknaðarførslukampagnu, ið sker gjøgnum larmin og fær sølu.
So, eksperimentera, halt eyga við tínum úrslitum og fínpussa so við og við.
Um tú vil vita, hvussu vit høvdu gjørt hetta í tíni fyritøku, so kanst tú senda okkum ein fyrispurning við at trýsta á "Send Fyrispurning".




Comments